Dátuvernd
Privatlívspolitikkur hjá Nánd (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá NÁND at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
NÁND er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
T-post: nand@eystur.fo
Telefonnummar: +298 730200
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú eisini altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk Jens Christian Olsen umvegis teldupost til jco@eirin.fo
2. Nær viðger Nánd persónupplýsingar um teg
NÁND viðger persónupplýsingar í sambandi við okkara virksemi, herundir tær uppgávur, sum vit sum stovnur hava skyldu at loysa og tær tænastur, stovnurin hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógv ymisk tilboð og tænastur, so sum heimahjálp, heimasjúkrarøkt, fysioterapi, ergoterapi, endurmenning, mattænastu, dagtilhald, umlætting og búplássi v.m. Tá ið NÁND hevur gjørt avtalu við teg, kann verða neyðugt hjá NÁND at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann vera, at tú hevur sent NÁND ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu ella eina starvsumsókn o.s.fr., sum ger, at NÁND skal viðgera tað, tú sendir inn, sum eitt mál, og hetta ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
NÁND kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum. Tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
NÁND skal veita borgarum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og í hesum sambandi er neyðugt at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- NÁND kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
- Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grundað á ta myndugleikaútinnan, sum stovnurin hevur.
- Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.
Lógir, kunngerðir o.a., sum NÁND arbeiðir undir, eru millum annað:
- Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2020
- Løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
- Kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
- Kunngerð nr. 127 frá 17. des. 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum
- Samstarvsavtala millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu og Nánd.
- Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
- Tað kunnu, sum víst omanfyri, vera ymsar persónupplýsingar, sum stovnurin viðger, og heimildargrundarlagið er eisini ymiskt.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í §8, stk. 1, nr. 1-3, 5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í §12, stk. 1, nr. 1-3, og nr. 6 og 8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
• Roknast skal við, at NÁND viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar um borgarar, alt eftir hvat málið snýr seg um.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
NÁND gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum NÁND hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar, í t.d. “sundhedsloven”, fyrisitingarlógini ella lóg um alment innlit osfr., at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar persónupplýsingar, sum verða givnar víðari.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar persónupplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella í sambandi við hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
NÁND nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so er, at NÁND flytur tínar persónupplýsingar út um ES/EBS, vil NÁND tryggja sær nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum persónupplýsingum er nøktandi.
NÁND brúkar Facebook.
NÁND hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook síðuna hjá NÁND. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook: Cookiepolitikkur hjá Facebook
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, heintar NÁND tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær. Í onkrum førum fær NÁND persónupplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum, sum til dømis frá TAKS, Heilsumálaráðnum ella landsfólkayvirlitinum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta persónupplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
NÁND hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Sum almennur myndugleiki skjalførir NÁND post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir NÁND galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi persónupplýsingar skulu goymast.
NÁND hevur sambært “Sundhedsloven”, fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini o.ø. skyldu at varðveita persónupplýsingar. Mál hjá NÁND verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
9. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í broti 1).
10. Rætturin til kunning í §§23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
11. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær persónupplýsingar, sum NÁND viðger um teg.
12. Rætturin til rætting (§27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar persónupplýsingar um teg rættaðar.
13. Rætturin til striking (§28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa persónupplýsingar um teg strikaðar, áðrenn ætlaðu strikingina. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu vera aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál, sum áseta, at NÁND framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
14. Rætturin til viðgerðaravmarking (§29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bara goyma persónupplýsingarnar.
15. Rætturin til dátuflutning (§31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
16. Rætturin til mótmæli (§32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
17. Rætturin at taka samtykki aftur
Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykki aftur. Tekur tú samtykkið aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bara virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykkið aftur við at venda tær til nand@eystur.fo, ella á telefon +298 730200
18. Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært §76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo