Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.
Ynskir tú hjálp frá Nánd?
Eru viðurskifti í gerandisdegnum, sum tú hevur trupult við ella ikki megnar longur, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Síðan setur starvsfólk hjá Nánd seg í samband við teg.







